2020-12-18 16:45

MRCC Tórshavn fekk í gjárkvøldið boð um, at ein maður umborð á einum russiskum skipi 250 fjórðingar úr Føroyum var blivin sjúkur.
Skipið var nærri Hebridunum enn Føroyum, og var ov langt hjá føroysku tyrluni at fara.
Samband varð tí tikið við Coast Guard í Stornoway og kannað um teir kundu taka sjúklingin í land. Tað kundi teir og játtaðu at fara.
Men sjúklingurin versnaði og áðrenn tyrlan frá Stornoway kundi koma, andaðist sjúklingurin.
Skipið heldur nú leiðina fram móti Noreg, sigur MRCC.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald