2020-09-14 16:12
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Tá ið freistin at bjóða seg fram til Eldraráðið í Tórshavnar kommunu var úti mikudagin í farnu viku, høvdu bara átta fólk bjóðað seg fram.
Tað skulu fimm fólk í nevndina og fimm varalimir, so tað var ikki nóg mikið av uppstillaðum. Tí er avgerð tikin um at leingja uppstillingarfreistina og útseta valið, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.
Nýggj uppstillingarfreist er 23. september, og valið verður fram til hósdagin 22.oktobur. Atkvøtt verður við brævatkvøðum. Valbari og atkvøðurætt hava allir borgarar í kommununi, sum valdagin eru 60 ár og eldri.
Eldraráðið ráðgevur býráðnum í øllum eldrapolitiskum spurningum og er bindilið millum eldru borgararnar og kommununa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald