
Seinastu vikuna hevur Vága kommuna, í samstarvi við Sørvágs kommunu og Sjúkrahúsverkið, skipað fyri møguleikanum at lata seg pota í Vágum. Átakið hevur eydnast serstakliga væl, tí í miðal hava umleið 400 fólk latið seg potað tríggjar ferðir um vikuna.
Endamálið hjá kommununum í Vágum, at fara undir hetta átak var, at lætta um hjá borgarum í oynni at sleppa framat at verða potað.
- Hetta er eydnast, og okkara borgarar hava verið fegnir um átakið. Men tað er ein sannroynd, at stórur partur av teimum, ið hava latið seg pota seinastu vikuna í Vágum, koma aðrastaðni frá í landinum, enn úr Vágum, meira enn triði hvør, siga kommunurnar í fráboðan.
Tað eru Vága kommuna og Sørvágs kommuna, sum sjálvar standa við fíggjarligu ábyrgdini av potistøðini í Vágum, t.v.s. skattgjaldarar í Vágum gjalda fyri, at tey sleppa undan at fara til Havnar ella Klaksvíkar, og tí er potistøðin ognað teimum, verður sagt.
Kommunurnar í Vágum heita tí á avoyggjafólk, um vinarliga at leita sær til eina potistøð hjá landsmyndugleikunum ella at heita á sína kommunu um at taka lut í útreiðslunum, ið Sørvágs og Vága kommunur hava av kommunalu potistøðini.
- Tey skulu vera meira enn vælkomin vestur, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald