Innanlands

Ov nógv børn skrivað inn í Skúlan á Fløtum og Sankta Frans Skúla

288 børn eru skrivað inn til 1. flokk í Tórshavnar kommunu, og nakrar flytingar mugu gerast, sigur kommunan – Nógv pláss eru eftir í Eysturskúlanum og Skúlanum við Løgmannabreyt

85 børn eru innskrivað í Skúlan á Fløtum, men pláss er bert fyri 72 (Savnsmynd)

85 børn eru innskrivað í Skúlan á Fløtum, men pláss er bert fyri 72 (Savnsmynd)

2022-01-22 13:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú skúlainnskrivingin í Tórshavnar kommunu er av, er greitt, at ov nógv børn eru skrivað inn í Skúlan á Fløtum og í Sankta Frans Skúla.

Skúlarnir fáa ikki tikið ímóti øllum teimum innskrivaðu børnunum, og mugu tí nakrar flytingar gerast, skrivar kommunan á heimasíðuna.

288 børn eru skrivað inn til 1. flokk í kommununi, og burtsæð frá teimum áðurnevndu skúlunum, er enn pláss eftir á hinum skúlunum í kommununi.

Tølini á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu vísa, at eitt nú 25 pláss eru eftir í Skúlanum við Løgmannabreyt, og 18 pláss eftir í Eysturskúlanum.

[object Object]

123 børn eru innskrivaði í forskúla, og tey flestu eru innskrivaði í Skúlan á Fløtum og Sankta Frans Skúla.

[object Object]

Foreldur at børnum, sum ikki fáa pláss í tí skúlanum, tey hava ynskt, fáa nærri boð frá kommununi um umleið 14 dagar, sigur kommunan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder