2025-01-12 19:05

Eftir at flogfarið til Keypmannahavnar var farið úr Vágum klokkan 8:20 í morgun, hevur eingin ferðsla verið um Vága Floghavn.
Ferðaætlanin sigur annars, at eitt flogfar hjá Atlantsflogi skuldi fara úr Vágum klokkan 14:30, og tvey skuldu lenda í Vágum. Eitt klokkan 13:40 og eitt í kvøld kokkan 19:50.
Hesar fráferðir og komur eru allar avlýstar.
Orsøkin er, at tað er ov nógvur síðuvindur á lendingarbreytini í Vágum, veit útvarpið at siga.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald