Hósnáttina kyknaði stórur eldur í landstøðina hjá Hiddenfjord. Tað endaði meira ella minni við, at hon brendi í grund, og at undirsjóvartunnilin var stongdur í nakrar tímar vegna roykin.
Les eisini: Eldsbruni á Gomlurætt - tunnilin mátti steingjast
Video: Soleiðis sá út á Gomlurætt síðstu nátt
Í gjármorgunin segði løgreglan, at orsøkin til eldsbrunan var ókend. Tað er eisini niðurstøðan fyrrapart fríggjadagin.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn vil vera við, at tað er ov tíðliga at fara á staðið at gjølla gera kanningar: Tað skal veruliga kølna.
Arbeitt verður tó við málinum, staðfestir løgreglan.
Hoyr eisini: Atli Gregersen: So at siga alt fór upp í royk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald