Avgerð er tikin um, at kristni tónleikafestivalurin Kristfest, ikki verður aftur í 2025.
Hetta skrivar Trúboðin á heimasíðuni.
Orsøkin er, at tað hevur verið fíggjarliga tungt at skipað fyri festivalinum.
– Festivalurin í ár var væl fyriskipaður við góðum tónleiki og framúr góðum kørmum í Nesvík. Men tíverri mugu vit staðfesta, at tað skal nógv størri undirtøka til fyri at eitt slíkt tiltak melur runt fíggjarliga. Tí er avgerð tikin um, at Kristfest ikki verður aftur á skránni í ár, sigur Jákup Brúsá, aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónini.
Festivalurin í fjør borðreiddi við góðum kristiligum tónleiki, og høllin í Nesvík vísti seg frá síni bestu síðu. Men tað er ikki fíggjarliga forsvarligt at skipa fyri festivalinum, tá hann hevur givið eitt stórt undirskot bæði árini, skrivar Trúboðin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald