Uttanlands

Óvanliga heitt ár í Alaska

Bert einaferð fyrr hevur miðalhitin ligið oman fyri frostmarkið

Hóast kuldin er nógvur í Alaska júst nú, hevur tað verið óvanliga lýtt í ár

Hóast kuldin er nógvur í Alaska júst nú, hevur tað verið óvanliga lýtt í ár

2019-12-27 09:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ongantíð fyrr hevur tað verið so lýtt í amerikanska statinum Alaska sum í ár.

Onki bendir á, at seinastu dagarnir á árinum fara – hóast hávetur – at gera naka munagott við miðalhitan í ár, sum hevur verið óvanliga høgur, upplýsir Brian Brettschneider, sum granskar í arktiskum viðurskiftum á universitetinum í Alaska.

Summarið var óvanliga heitt í ár við nógvum og ógvusligum skógar- og náttúrueldum. Eisini hevur verið minni ísur á havinum enn fyrr, meðan veturin hevur verið merktur av regni heldur enn kavaavfalli.

Lýggja veðrið hevur eisini havt við sær, at fleiri havfuglar og havsúgdjór hava latið lív.

Sambært granskarum hækkar hitin rundan um Arktis – og harvið eisini Alaska – tvífalt so skjótt, sum hann ger aðrastaðni í heiminum.

Heitasta árið í Alaska higartil var í 2016, tá tey máldu 0,27 hitastig í miðal. Tað var fyrstu ferð, at miðalhitin var oman fyri frostmarkið.

Reuters tíðindastovan skrivar, at til og við november mánað í ár var miðalhitin í Alaska máldur til 1,38 hitastig. So heitt hevur tað ongantíð fyrr verið 11 teir fyrstu mánaðirnar í árinum tey knapt hundrað árini at miðalhitin er skrásettur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder