Uttanlands

Óvanliga heitt í Skandinavia

Danskur veðurfrøðingur skýrir tað at vera "ekstremur hiti", nú tað liggur yvir fimm hitastig. Samanlíkna við vanliga veðurlagið hesa tíðina, er tað 10-15 hitastig hægri

Tað er ikki summarhiti í Skandinavia, men so mikið lýtt plagar tað ikki at vera í januar

Tað er ikki summarhiti í Skandinavia, men so mikið lýtt plagar tað ikki at vera í januar

2025-01-16 18:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í Føroyum hava kavi, hálka, vindur og regn sett dám á januar higartil.

Í Danmark, umframt í stórum pørtum av Svøríki, Noreg og Finnlandi, er tað í løtuni væl heitari enn vanligt hesa árstíðina.

[object Object]Væntaða veðrið seinnapartin í morgin (Mynd: tv2.dk)

Í dag, hósdagin hava tað verið fimm higastig ella nakað yvir tað í stórum parti av Skandinavia, og hetta sær út til at halda fram í morgin.

Um tað verður samanborið við, hvussu veðurlagið vanliga er í januar í Skandinavia, so liggur tað umleið 10 til 15 higastig yvir tí í løtuni.

Danskir veðurfrøðingar skýra tað at vera "ekstremur hiti" fyri árstíðina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder