Óvanliga nógv at gera hjá løgregluni í nátt

Ongin varð tó handrikin

Løgreglufólk gingu í skreytbúna til setanina av ólavsøkuni. Seinni fingu tey tó munandi meira at gera (Mynd: Sverri Egholm)

Løgreglufólk gingu í skreytbúna til setanina av ólavsøkuni. Seinni fingu tey tó munandi meira at gera (Mynd: Sverri Egholm)

2024-07-29 09:38 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglufólkini, sum vóru á vakt í nátt høvdu úr at gera hesa fyrstu ólavsøkunáttina. Tey vóru heilt útlúgvað, tá tey vórðu avloyst í morgun, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Ikki tí at tað var talan um álvarslig mál. Men gjøgnum alla náttina vóru smáar ósemjur í býnum, grensandi til harðskap, sum hendu, og sum løgreglufólk máttu taka sær av.

Vaktleiðarin veit ikki um, at løgreglupatrúljurnar fyrr hava havt so nógv at gera. Í hvussu er var talan um nógv fleiri mál enn um sama mundið í fjør, men tá varð ólavsøkan eisini ‘dempað’ av vánaligum veðri.

Ongin varð tó handtikin í nátt.

Einasta álvarsama málið hendi á einum skeinkistaði í býnum um 22-tíðina í gjárkvøldið, tá ein persónur kendi seg álvarsliga hóttan av einum øðrum – einum útlendingi.

Men sambært vaktleiðaranum, var talan um fólk, sum vóru so drukkin, at ringt var at fáa skil á hvat var hent. Talan var einans um hóttanir, og ikki um harðskap. Løgreglan ætlar at kanna málið nærri í dag.

Ein bilførari varð handtikin fyri rúsdrekkakoyring. Tað var í sambandi við eitt lítið ferðsluóhapp, har ein bilur hevði nortið við ein annan, at løgreglufólkini fingu illgruna um, at rúsdrekka var uppií. Alkoholmetrið vísti, at viðkomandi varð drukkin, og hann var tikin inn til blóðroynd. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder