Innanlands

Óvanliga nógvir nýføðingar í Nes kommunu í fjør

Tøl frá kommununi vísa, at 27 børn vórðu fødd í 2019. Í hesi øldini er miðaltalið av nýføðingum 20 børn. Fólkatalið er nú 1338

2020-01-17 06:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað blivu 27 børn fødd í Nes kommunu í fjør, umframt at tvær familjur við nýføðingum fluttu til kommununa. Hetta skrivar Nes kommuna á heimasíðu sínari.

Í hesari øldini er miðaltalið av nýføðingum í kommununi 20 børn. Harvið er talið nakað væl hægri í fjør enn undanfarin ár. 

Árgangir í Nes kommunu seinastu 10 árini.

2010: 14 børn, 8 dreingir og 6 gentir

2011: 22 børn, 15 dreingir og 7 gentir

2012: 20 børn, 10 dreingir og 10 gentir

2013: 20 børn, 11 dreingir og 9 gentir

2014: 22 børn, 8 dreingir og 14 gentir

2015: 20 børn, 11 dreingir og 9 gentir

2016: 16 børn, 10 dreingir og 6 gentir

2017: 17 børn, 8 dreingir og 9 gentir

2018: 22 børn, 11 dreingir og 11 gentir

2019: 29 børn, 12 dreingir og 17 gentir


Íalt: 202 børn seinastu 10 árini, 104 dreingir og 98 gentir.


31. desember 2019 búðu 1338 fólk í Nes kommunu:
864 á Toftum
345 á Nesi
129 í Saltnesi

Tøl: Nes kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder