Mentan

Ovast á hittlistunum í fýra áratíggjur

Mariah Carey hevur klárað tað, ongin annar sangari hevur megnað

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-01-02 07:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

49 ára gamla amerikanska sangarinnan, Mariah Carey, er fyrsti sangarin, sum hevur megnað at ligið á ovasta plássi á hittlistanum hjá Billboard, Hot 100, í fýra áratíggjur. Í 1990’unum, í 2000’unum, í 2010’unum og nú eisini í 2020’unum.

Tað er óvanliga vælumtókti jólasangur hennara, ”All I Want for Christmas”, sum er orsøk til at hon megnar hetta.

Sangurin varð givin út í 1994 og gjørdist 19. sangur hennara at náa fyrsta plássið á Billboard Hot 100. Hesin listin er ein samanrenning av tí, sum verður spælt mest á útvarpsstøðum, mest selt og eisinimest stroymt.

Sangarinnan staðfesti bragdið við at skriva hesi boð á Twitter: Yaaay!!! WE. DID. IT.

Seinastu ferð ”All I Want for Christmas Is You” lá á fyrsta plássi undan hesum, var í 2017. Sambært Billboard eru fleiri listafólk, sum hava megnað at ligið nummar eitt í trý áratíggjur, men bert ein í fýra:

Í 1960’unum, 1970’unum og 1980’unum: Stevie Wonder
Í 1970’unum, 1980’unum og 1990’unum: Michael Jackson og Elton John
Í 1980’unum, 1990’unum og 2000’unum: Janet Jackson og Madonna
Í 1990’unum, 2000’unum og 2010’unum: Christina Aguilera, Britney Spears og Usher
Í 1990’unum, 2000’unum, 2010’unum og 2020’unum: Mariah Carey

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder