Mentan

Ovastevna í Nólsoy um vikuskiftið

Um vikuskiftið verður ovastevna í Nólsoy og skráin er fjølbroyttari og meira umfatandi enn nakrantíð áður, siga fyriskiparar.

(Mynd: Evy Toftegaard Nielsen)

(Mynd: Evy Toftegaard Nielsen)

2026-08-14 08:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ovastevna verður hetta vikuskiftið, og fyrireikararnir hava lagt eina fjølbroytta og rúgvusmikla skrá fyri dagarnar.

Stevnan er fastur táttur á summarskránni hjá nógvum føroyingum, og sambært fyriskiparum vóru um 4000 stevnugestir á ovastevnu í fjør.

Í sambandi við Ovastevnuna siglir Ternan sat kalla hvønn tíma frá klokkan 08.00 leygarmorgun til klokkan 05.30 sunnumorgun. Eisini ger Ternan ein eykatúr í kvøld. Siglt verður av Havnini klokkan 23 og úr Nólsoy klokkan 23.30. Ferðaætlanin hjá Ternuni á Ovastevnu sæst her.

Tað er á keiini, at stevnan verður sett, og í ár verður tað fyrrverandi borgarstjórin og tíðindamaðurin Leivur Hansen, sum ber fram røðu. Leivur var sjálvur staddur á Langelinie tá Ove Joensen kom á land har.

Á keiini er matsøla, listaframsýning, útimøti, og tónleikaframførslur av ymsum slagi. Har er eisini tjaldið við tónleiki, dansi og ølsølu. Tá farið er at skýma verður felagssangur, eisini á keiini. Nógvu bátarnir, sum liggja á víkini, eru eisini við til at skapa ein serligan ovastevnudám, skriva fyriskiparar.

Tiltøkini fyri børn eru við fótbóltsvøllin á Mýrini, á nýggja spæliplássinum Leikalund, sum nólsoyingar eru farnir í holt við at byggja, og á sandinum á Malarenda, har børn og vaksin kunnu vassa ella svimja. Børnini kunnu fara á barnabasar og annars spæla frítt.

Í kirkjuni verða morgunsangur og ikki færri enn tríggjar kórkonsertir, umframt andakt fríggjakvøldið og guðstænastu sunnudagin. Undir Botnagarði verður kórsangur, handilin í bygdini hevur opið, heimavirkið letur dyrnar upp og forvitnisliga bygdasavnið við Brunn hevur opið. Í Royndarhúsinum er kabarett, og út á kvøldið verður dansur. Føroyskur dansur verður í Avhaldshúsinum.

Nevndin, sum skipar fyri ovastevnuni, hevur lagt dent á, at stevnan skal vera fyri alla familjuna, og at tiltøkini so vítt møguligt skulu vera ókeypis.

Hetta ber millum annað til, tí flest øll fólk í Nólsoy taka lógvatak saman um at fáa hetta at bera til. Ein rúgva av sjálvbodnum eru í sving alt vikuskiftið, og her er talan um bæði stórar og smáar uppgávur, skriva fyriskiparar.

Í vikuni vóru 40 ár liðin síðan Ove Joensen kom á land á Langelinie í Danmark. Hann hevði tá róð allan vegin úr Nólsoy til Danmarkar í báti sínum Dianu Victoriu. Seinastu 30 árini hava nólsoyingar hildið ovastevnu, Ova til minnis. 

Ovastevnuskráin sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder