Mentan

Ovastevnan heldur ikki av nøkrum

Tiltakið sum hvørt ár savnar omanfyri 3000 fólk í Nólsoy, er sum so nógv annað eisini avlýst

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-07-01 21:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Countryfestivalurin, G! festivalurin, Summarfestivalurin, og nú eisini Ovastevnan.

Hetta summarið er merkt av avlýsingum av tiltøkum sum vanliga savna fólk, og nú boða fyrireikarnir av afturvendandi tiltakinum í Nólsoy frá, at Ovastevnan heldur ikki verður í ár.

- Hvørt ár streyma omanfyri 3000 glaðir gestir til Nólsoyar at stuttleika sær. Í Nólsoy fylgja vit sjálvandi tilmælunum frá myndugleikunum og tí er vónleyst at bjóða á ovastevnu í ár, siga fyrireikararnir, sum harmast um hetta.

Tey gleða seg at bjóða fólki á ovastevnu aftur í 2021.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder