Uttanlands

Ovasti leiðarin hjá Hamas tikin av døgum

Ismaeil Haniyeh og lívverji hansara dripnir í einum húsum í iranska høvuðsstaðnum í nátt. Tað er ikki endaliga greitt, men helst stendur Ísrael aftanfyri hetta

Ismail Haniyeh var eitt skifti leiðari í Gaza-geiranum og hóast ymiskt innanhýsis stríð og skiftandi uppihaldsstað, hevði Haniyeh stóran leiklut í Hamas-leiðsluni (Mynd: EPA)

Ismail Haniyeh var eitt skifti leiðari í Gaza-geiranum og hóast ymiskt innanhýsis stríð og skiftandi uppihaldsstað, hevði Haniyeh stóran leiklut í Hamas-leiðsluni (Mynd: EPA)

2024-07-31 08:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tann ovasti leiðarin í politisku leiðsluni hjá Hamas er dripin. Hesum boðar islamistiski felagsskapurin frá í morgun.

Bæði Hamas og iranskir miðlar peika á Ísrael, sum tó ikki hevur tikið ábyrgd fyri drápunum enn.

61-ára gamli Ismail Haniyeh var staddur í iranska høvuðsstaðnum Theran - í einum bústaði fyri krígsveteranar.

Smálutir eru ikki komnir fram enn, men fleiri altjóða miðlar og tíðindastovur skriva, at Haniyeh og lívverji hansara doyðu eftir eitt álop í nátt. Hetta var umleið klokkan fýra føroyska tíð.

[object Object]
Ismail Haniyeh á vitjan í Iran í fjør (Mynd: EPA)

Ismail Haniyeh hevur verið leiðari í Gaza-geiranum áður. Hann hevur havt ein stóran leiklut í stríðnum við Ísrael, sum av álvara styrknaði aftur 7. oktober í fjør.

Hanniyeh hevur seinastu árini verið nógv í Katar og í Turkaland, hevur havt leiðandi leiklutir í Hamas og stóð sum ovasti politiski leiðarin í felagsskapinum nú. Síðani 2018 hevur nú deyði leiðarin verið á yvirgangs-lista hjá USA.

Politiskir viðmerkjarar eru eitt sindur ymiskir á máli um, hvørt drápið fer at gera stríðið millum Ísrael og Hamas uppaftur meira ógvusligt. Tað er heldur ilt at siga, um Iran fer at blanda seg nógv meira eftir hetta, hóast hendingin fór fram í Tehran.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder