Uttanlands

Ovasti músafangari í tíggju ár

Mest avmyndaði køttur í Bretlandi, músafangarin Larry, hevði tíggju ára starvsdag í Downing Street í gjár

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-02-16 08:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað kann vera trupult at halda seg ovast á politisku tindunum í eitt heilt áratíggju, men tað hevur Larry eftir øllum at døma klárað væl.

Mánadagin vóru liðin tíggju ár síðan stríputi frensurin kom til bretsku forsætisráðharraíbúðina í Downing Street 10 í London.

Tann tá fýra ára gamli frensurin varð ættleiddur frá Bettersea Dogs Cats og valdur fyri síni serligu evni til at fanga mýs.

Men Larry hevur verið eitt vónbrot á teirri uppgávuni, hóast hann er tann fyrsti nakrantíð, ið alment hevur fingið heitið sum landsins ovasti músafangari.

Sambært David Cameron, sum var fyrsti forsætisráðharri, sum Larry tændi undir, fengaði hann tríggjar mýs teir fyrstu mánaðirnar, men síðani tá hevur avrikið verið smáligt, skrivar heimasíðan hjá Downing Street.

Hinvegin hevur Larry – sambært heimasíðuni – vunnið hjørtuni hjá bretska fólkinum, og hevur bygt upp eitt vinarligt samband við miðlarnar. Tíðindafólk, sum bíða framman fyri forsætisráðharraíbúðini stytta sær ofta stundir við at kína honum og taka myndir.

Eftir fólkaatkvøðuna um Brexit í juni 2016 flutti David Cameron úr Downing Street, men Larry varð búgvandi, og hevur síðan tænt undir fyrst Theresu May og nú Boris Johnson.

Í einum djóraelskandi landi, spælir ein ketta í Downing Street ein stóran leiklut, heldur søgufrøðingurin, Anthony Seldon.

- Tað hjálpir við at gera forsætisráðharran menniskjaligan, sigur hann og leggur afturat, at í kreppu kann ein ketta í Downing Street vera við til at fáa stúrin fólk at hugsa um okkurt annað.

Larry hevur gjøgnum árini amast upp at fleiri av heimsins leiðarum, sum hava verið á vitjan.

Hann kom væl útav tí við Barack Obama, sum kýndi honum, men tá Donald Trump var á vitjan, setti frensurin seg undir limusinuna hjá forsetanum, og vildi ikki flyta seg, tá hann skuldi avstað, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder