Uttanlands

Ovasti russiski generalurin tekur yvir í Ukraina

‘General Armageddon’ fekk einans tríggjar mánaðir á uppgávuni

Valerij Gerasimov, her saman við Vladimir Putin (Mynd: EPA)

Valerij Gerasimov, her saman við Vladimir Putin (Mynd: EPA)

2023-01-12 10:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Russisku herdeildirnar í Ukraina hava enn einaferð fingið nýggjan herleiðara. Valerij Gerasimov, generalur, er júst útnevndur at standa á odda fyri “serliga átakinum”, sum kríggið verður kallað í Russlandi.

Valerij Gerasimov er frammanundan russiskur herovasti, og stendur harvið á odda fyri allari russisku herleiðsluni. Hann tekur yvir leiðsluni í Ukraina eftir Sergej Surovikin, general, sum sostatt bert fekk tríggjar mánaðir á uppgávuni.

Surovikin, sum í russiskum miðlum gongur undir eyknevninum General Armageddon, orsaka av sínum ógvusliga háttalagið, hevur staðið á odda fyri skipaðu russisku álopunum móti ukrainska infrakervinum. Hann heldur fram sum næstovasti í russisku hernaðarleiðsluni, skrivar dr.dk. 

[object Object]
Sergej Surovikin, gongur í russiskum miðlum undir eyknevninum General Armageddon (Mynd: EPA)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder