Uttanlands

Óvissa um 30 fólk eftir skriðulopini

Trupult at fáa yvirlit yvir skaðarnar eftir nógva regnið í Vesturnoregi

2019-07-31 11:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrrapartin í dag var framvegis óvissa um, hvar 30 persónar eru staddir í økinum, sum varð rakt av fleiri skriðulopum og vatnflóð í gjár og í nátt, eru staddir. Løgreglan á staðnum hevur enn ikki fult yvirlit yvir støðuna kring Jølstravatnet.

Fólk hildu seg síggja, at ein bilur við minst einum fólki í varð tikin í teirri einu skriðuni, sum endaði úti á vatninum.

- Vit mugu fáa serfrøðingar inn fyri at leita av nýggjum fyri at fáa váttað ella avsanna um ein bilur við fólki vóru rakt, sigur lensmaðurin í Sunnfjord við NRK í dag. Sambært honum hava tey nú fingið bjargað øllum teimum, sum vórðu innistongd millum tvær skriður við vatnið.

Orsøkin til at óvissa er um so nógv fólk er, at brek er á samskiftislinjunum í økinum.

Jarðfrøðingar skulu nú gera eina meting, um ráðiligt er at fara inn í økið við amboðum fyri at rudda vegirnar, ella um bíðast skal til vandin fyri nýggjum skriðulopum er av.

Les eisini: Skriðulop og nógv avfall í Noregi 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder