Hvítu húsini í Washington boðaðu í gjárkvøldið frá, at tey bóru ótta fyri russiska andstøðinginum Aleksej Navalnyj.
Talkvinnan hjá Navalnyj, Kira Jarmysj, skrivaði á X, at tað er ógreitt hvar hann er staddur í løtuni. Hann er ikki longur í fangaleguni, har hann hevur uppihildið sær higartil. Tað upplýstu starvsfólk á fangaleguni í gjár fyri einum av advokatunum hjá Navalnyj.
Jarmysj skrivar á X, at starvsfólkini á fangaleguni ikki vildu siga, hvagar Navaljið er fluttur.
Advokatar hava vitjað á fangalegu nummar 6 og 7, har hildið var, at Navalnyj skuldi verið. Men har er hann ikki, varð sagt á legunum.
Navalnyj situr eina 19 ára fongsulsrevsing á fangalegu nummar 6, sum liggur 230 kilometrar eystan fyri Moskva. Tað var ætlanin, at hann skuldi flytast til eitt hátrygdarfongsul.
Flutningar av fangum kunnu taka langa tíð í Russlandi, við hvørt fleiri vikur, skriva AP og Reuters. Tað er ikki óvanligt, at fólk uttanífrá ikki fáa kunning um, hvar tann dømdi persónurin er staddur.
Advokatarnir hjá Navalnyj fingu seinastu kunningina um hann fyri seks døgum síðani. Hann hevur sitið fongslaður síðan januar 2021.
Aleksej Navalnyj er argasti atfinnarin hjá Vladimir Putin, forseta. Hann hevur ført herferðir móti mutri og skipað fyri fleiri mótmælistiltøkum móti stýrinum í Kreml.
Today, as on Friday, the lawyers tried to get to IK-6 and IK-7 — two colonies in the Vladimir region where Alexey @navalny might be. They have just been informed simultaneously in both colonies that he is not there.
— Кира Ярмыш (@Kira_Yarmysh) December 11, 2023
We still don't know where Alexey is.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald