Uttanlands

Óvist hvør sendi dronurnar yvir floghavnina

Men tað var ein ‘kababul aktørur’ sigur løgreglan í morgun. Møguliga vóru dronurnar sendar av onkrum skipi

Jens Jespersen, politiovasti á tíðindafundinum í morgun. Her saman við Morten Fruensgaard og Kristoffer Plenge-Brandt, í eru ávikavist stjóri og ferðsluovasti hjá Naviair (Mynd: EPA)=

Jens Jespersen, politiovasti á tíðindafundinum í morgun. Her saman við Morten Fruensgaard og Kristoffer Plenge-Brandt, í eru ávikavist stjóri og ferðsluovasti hjá Naviair (Mynd: EPA)=

2025-09-23 07:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað var ein ‘kapabul aktørur’, sum hevði ábyrgdina av dronunum, sum í gjárkvøldið vóru orsøk til, at øll ferðsla umvegis flogvøllin í Kastrup mátti støðga í gárkvøldið.

Tað segði Jens Jespersen, politovasti hjá løgregluni í Keypmannahavn á einum tíðindafundi í morgum.

Hann upplýsir, at fleiri stórar dronur vórðu sæddar í økinum við flogvøllin í gjárkvøldið.

- Tað var onkur við nógvari orku, vilja og amboðum til at vísa seg fram á henda hátt – kanska eisini fyri at royna seg, segði løgregluovastin uttan tó at kunna siga nakað um, hvat slag av ‘aktøri’ talan kann vera um.

Hann segði, at talið á dronunum, støddin á dronunum og flúgvimynstrið eru orsøkin til metingina.

- Mátin, sum tær ymisku dronurnar komu móti floghavnini, mátin tær uppførdu seg yvir floghavnini – tendraðu og sløktu ljóskastarar, har má metingin vera, at tað var ein, ið hevur fyrireikað seg væl, sum  stóð aftanfyri, segði Jens Jespersen, sambært Danmarks Radio.

Hann sigur, at tað tó ikki var nakað, sum bendi á, at dronurnar høvdu ætlanir um at skaða nakran, men at tær einans “vístu seg fram og vandu seg”.

Spurningurin er so hvat liggur í orðinum ‘kapabul aktørur’.

Louise Dalsgaard, rættarserfrøðingur hjá DR sigur at tað kann vera, at ein statsligur myndugleiki, møguliga útlendskur, stendur aftanfyri.

Jens Jespersen segði á tíðindafundinum, at dronurnar komu úr fleiri ættum, og at tey eisini arbeiða við møguleikanum, at tær eru sendar av einum skipi.

[object Object]
Stórt løgregluvirksemi var á og kring flogvøllin í Kastrup í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

Á tíðindafundinum varð løgreglan eisini spurd, um hví tey ikki valdu at skjóta dronurnar niður.

Svarið var, at løgreglan stóð í eini tvístøðu, tí tað vóru flogfør full av brennievni í luftini, og at floghavnin liggur í einum øki, sum er tætt bygt.

- Tað er ikki gott, um dronur detta niður úr erva. Tí er tað nakað, ið vit skulu hugsa okkum væl um, áðrenn vit gera tað, segði Jens Jespersen.

Flogvøllurin í Kastrup stongdi klokkan 20.30 danska tíð í gjárkvøldið og lat upp aftur 20 minuttir yvir midnátt.

Norskir miðlar skriva, at eisini floghavnin í Oslo um midnáttarleitið mátti steingja fyri ferðslu, eisini orsaka av dronuvirksemi í økinum. Lufthavnin lat upp aftur klokkan 03.30, lokala tíð.

Les eisini: Flogvøllurin í Kastrup latin uppaftur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder