Tað eru skjótt 11 mánaðir síðan, at Russland gjørdi innrás í Ukraina 24. februar 2022, og stór óvissa er um, hvussu nógv herfólk hava latið lív undir krígnum.
Men óhefti russiski miðilin, Mediazona, hevur í samstarvi við sjálvboðin og russisku deildina hjá BBC savnað inn upplýsingar um russisk herfólk, sum hava latið lív fyri at royna at fáa eina mynd av deyðstalinum.
Tey eru komin fram til, at í minsta lagi 10.711 russisk herfólk hava latið lív í Ukraina millum 24. februar og 30. desember í fjør.
Tað verður tó undirstrikað, sambært DR, at veruligu tølini eru munandi hægri, m.a. tí, at mann ikki hevur tal á, hvussu nógv herfólk eru saknað ella tikin til fanga.
Millum tey andlátini, sum mann veit um, vóru tey flestu russisku herfólkini dripin í fyrstu vikunum av krígnum. Og talan er serliga um menn millum 21 og 23 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald