Fólkatingsvalið gjørdist júst so spennandi, sum spáað varð frammanundan.
Nú tey seinastu prosentini eru eftir at telja, stendur alt púra opið.
Reyði blokkurin hevur 86 atkvøður og tann blái hevur 73. Harímillum liggur flokkurin Moderaterne hjá Lars Løkke Rasmussen við 16 tinglimum. Og so úrnorðurlimirnir – ‘de nordatlantiske mandater’, sum danirnir siga. Og okkurt bendir á, at grønlendsku og føroysku fólkatingslimirnir kunnu fáa ein leiklut, tá stjórn skal skipast.
Valið vísir, at sosialdemokratiski flokkurin hjá Mette Frederiksen hevur klárað seg betri enn væntað – fær eina lítla framgongd. Hinvegin gongur tað afturá hjá SF og serliga teimum radikalu á vinstravonginum.
Høgrumegin fær Venstre eitt sera vánaligt val. Venstre bløðir til Moderaterne og Danmarksdemokraterne hjá Støjbjerg.
Dansk Folkeparti fær eitt katastrofuval, og tað er eisini afturgongd til tey konservativu.
Nú verður roknað við, at valúrslitið verður klárt heilt skjótt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald