Innanlands

Oy við vanligari øl til vanliga føroyingin

OY hevur bryggjað nýggja pilsnar øl, ið hevur fingið heitið Palleba. Hetta er ein 4,6% pilsnar øl, sum hevur verið nógv eftirspurd í ølúrvalinum hjá OY

2024-11-01 15:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Palleba er nýggj pilsnar øl frá OY.

Nýggja ølin hevur styrki upp á 4,6 prosent, og sambært bryggjarínum er hetta ein øl, sum hevur verið nógv eftirspurd í úrvalinum.

- Palleba passar væl til flestar føroyskar gómar – Palleba eins væl og Marsannu. Ein vanlig øl til vanliga føroyingin. Ølin er bryggjað við vatni, byggmalti, havra, humlu og ger, verður sagt.

Í dag, fríggjadagin 1. november, frá kl. 15 bjóðar OY ókeypis smakkiroyndir av Palleba í Rúsuni í Havn og í Saltangará, eins væl og í sjoppini hjá OY á Falkavegi 4 á Hálsi.

Í dag er somuleiðis J-dagur og tí bjóðar OY eisini ókeypis smakkiroyndir av Lundi á jólanátt í somu áðurnevndum støðum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder