Uttanlands

Oyggjabólkur í Kyrrahavi atkvøður um loysing

Fólkaatkvøða er í Bougainville í dag um loysing frá Papua Ný Guinea

John Momis, landspartaforseti í Bougainville, uttan fyri eitt av valstøðunum í dag (Mynd: AFP)

John Momis, landspartaforseti í Bougainville, uttan fyri eitt av valstøðunum í dag (Mynd: AFP)

2019-11-23 17:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Íbúgvarnir í oyggjabólkinum Bougainville hava í dag verið á vali fyri at atkvøða um oyggjabólkurin skal fáa sjálvstýri frá Papua Ný Guines, sum liggur í Kyrrahavinum, í ein landnyðring úr Avstralia.

Umleið 207.000 fólk búgva í Bougainville, sum kann gerast nýggjasta tjóðin í heiminum.

Ikki fyrr enn 15. desember væntast úrslitið av fólkaatkvøðuni. Men sambært AFP rokna fullveldisfólkini við, at tey fara at vinna.

Ongar veljarakanningar hava verið undan fólkaatkvøðuni, har veljararnir eisini hava møguleika fyri at atkvøða fyri lutvísum sjálvstýri.

Um meiriluti verður fyri fullveldi, kunnu kortini fleiri ár ganga, áðrenn hetta gerst veruleiki, skrivar AFP.

Fólkaatkvøðan er eitt úrslit av eini friðaravtalu, sum varð gjørd í 2001, og sum var endin á einum longum og blóðugum borgarakríggi, sum kostaði yvir 20.000 fólkum lívið.

Um fullveldisrørslan vinnur, skal avgerðin um loysing góðkennast av tjóðartinginum í Papua Ný Guinea.

Nógva staðni í Papua Ný Guinea er ónøgd og ófriður, og fleiri onnur økir kunnu roknast við at fara at ressast við og krevja líknandi skipan, um Bougainville fær fullveldi, verður sagt.

Landspartaforsetin í Bougainvil, John Momis, heitti í dag á íbúgvarnar í landinum um at geva tol og minti á, at fólkaatkvøðan bert er fyrsta stig í eini langari tilgongd.

Bougainville oyggjarnar eru millum tær fátækastu á sunnaru jarðarhálvu.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder