Skrivstovan hjá forsetanum í muslimska oyggjalandinum, Maldivunum hevur upplýst, at landið, "fyri at mótmæla kríggið í Gaza og sýna samhuga við Palestina", ætlar at seta í verk innferðarbann fyri ísraelsk ferðafólk.
Maldivurnar liggja í norðara parti av indiska havinum. Landið er samansett av fleiri enn 1000 oyggjum, har tað er búgvandi á 200. Landið er kent sum eitt vælumtókt ferðamál.
Upplýst verður, sambært Ritzau, at Mohamed Muizzu forseti hevur tikið avgerð um at seta í verk innferðarbann fyri øll við einum ísraelskum passi, og ísraelar, sum longu eru í Maldivunum, eiga at umhugsa at fara av landinum. Nær hetta skal koma í gildi er ógreitt.
Nærum 11.000 ísraelar vitjaðu Maldivurnar í fjør - 0,6 prosent av samlaða ferðafólkatalinum, skrivar AP.
Talið á ísraelum, sum hava vitjað Maldivurnar í ár er eisini minkað seinastu mánaðirnar. Teir fyrstu fýra mánaðirnar av árinum hava Maldivurnar havt vitjan av 528 ísraelum - 88 prosent færri enn sama tíðarskeið í fjør.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at slíkt forboð verður sett í verk á Maldivunum. Eitt líknandi forboð varð strikað í 1990unum.
Ísraelska uttanríkismálaráðið hevur nú heitt á ísraelar um ikki at ferðast til Maldivurnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald