Innanlands

Oyrasundsbrúgvin stongd fyri ferðslu

Orsøkin er eitt ferðsluóhapp í sambandi við at ein bilførari ikki vildi steðga fyri løgregluni. Svensk og donsk løgregla samstarva

Ein førari vildi ikki støðga, tá svensk løgregla gav boð um hetta, og stutt seinni hendi óhappið. Fyrst varð latið aftur fyri ferðslu móti Danmark - í tí síðuni óhappið hendi (Mynd: EPA)

Ein førari vildi ikki støðga, tá svensk løgregla gav boð um hetta, og stutt seinni hendi óhappið. Fyrst varð latið aftur fyri ferðslu móti Danmark - í tí síðuni óhappið hendi (Mynd: EPA)

2025-02-12 12:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri lítlari løtu síðani hendi eitt minni ferðsluóhapp á Oyrasundsbrúgvuni, sum gongur millum Danmark og Svøríki.

Hetta er ógvuliga sjáldsamt, og orsøkin er eisini heldur serstøk.

Københavns Politi skrivar á sosiala miðlinum X, at ferðsluóhappi hendi, tá bilar vóru ávegis til Danmarkar.

Ein førari vildi ikki støðga, tá svensk løgregla gav boð um hetta, og stutt seinni hendi óhappið.

Tað stendur ikki beinleiðis í skrivinum, men helst hevur okkurt slag av biljagstran verið.

Beint fyri hálvgum eitt føroyska tíð komu boðini frá "Øresundsbroen", at stongt var fyri ferðslu á vegnum úr Svøríki til Danmarkar. Klokkan 12.40 føroyska tíð (13.40 lokala tíð) fekk danska TV2 upplýst, at stóra brúgvin er fullkomiliga latin aftur fyri ferðslu.

Hvussu leingi tað verður er framvegis óvist. Tokferðslan er ikki ávirkað.

Til ber at fylgja við HER - á tv2.dk.


Dagført 12.49: 
Nú er latið upp fyri ferðslu í síðuni, har man koyrir frá Danmark til Svøríkís.

Væntað verður, at brúgvin letur uppaftur um 14-tíðina lokala tíð. Men tað avhongur av løgregluarbeiðnum.

Dagført 13.08: Brúgvin er nú opin aftur fyri ferðslu á báðum síðum.

Københavns Politi upplýsir fyri TV2, at eitt stórt løgregluátak fór fram. Bilførarin í einum vørubili vildi ikki steðga, tá løgreglan bað hann. Hann var á veg til Danmarkar og endaði við at verða handtikin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder