Uttanlands

Paamiut: Trý fólk deyð í eldsbruna

Fleiri fólk fingið ógvusligan skaða - millum annað tí tey máttu leypa út úr vindeyganum

2020-09-01 12:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ógvusligur eldur í húsum við fýra íbúðum

Trý fólk doyðu tá tað í nátt kom eldur í eini íbúðarhús í grønlendska býnum Paamiut.

Um hálvgun trý tíðina lokala tíð komu boðini um eldsbrunan í einum byrgingi í tveimum hæddum við fýra íbúðum, skrivar Sermitsiaq.

Umframt trý deyð hava fleiri fingið álvarsligar skaðar. Løgreglan visti ikki at siga hvussu nógv og hvussu illa, skrivar Sermitsiaq.

Eldsbrunin, sum kyknaði í teirri einu íbúðini var so ógvusligur, at fleiri máttu leypa út gjøgnum vindeyguni og fingu skaða av fallinum.

Løgreglan fær nú hjálp frá brunateknikarum og rættarlæknum úr Danmark við uppklárandi arbeiðinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder