Innanlands

Pætur Mikal Holm vart ph.d. á Slagelse Sygehus

Fysioterapeuturin hevur gjørt kanningar av leiklutinum hjá vøddum og fysisku funktiónini hjá fólki við slitgikt í knænum

2019-10-24 09:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Týsdagin vardi Pætur Mikal Holm fysioterapeutur og MSc. ph.d.-ritgerð sína í fysioterapi á Slagelse Sygehus.

Ritgerðin kallast: "Muscle function, physical function and strength training in patients with knee osteoarthritis".

Pætur hevur verið í starvi sum ph.d. lesandi fysioterepeutur á Afdeling for Fysioterapi og Ergoterapi á Næstved-Slagelse-Ringsted Sygehuse og innskrivaður sum ph.d. lesandi á Institut for Idræt og Biomekanik, Syddansk Universitet, Odense (2016-2019).  

Søren Thorgaard Skou, professari, hevur verið høvuðsvegleiðari. Í metingarnevndini vóru: Britt Elin Øiestad, lektari, Institut for fysioterapi, Oslo Metropolitan University, Inger Mechlenburg, professari og dr.med., Institut for Klinisk Medicin, Aarhus Universitet og Lise Hestbæk, lektari á Institut for Idræt og Biomekanisk, Syddansk Universitet, forkvinna.

Ph.d. verkætlanin hevur fevnt um kanningar av leiklutinum hjá vøddum og fysisku funktiónini hjá fólki við slitgikt í knænum. Tann stóra verkætlanin hesi trý aríni hevur verið ein ”randomized controlled trial (RCT)”, sum hevur kannað, hvussu ítøkilig styrkivenjing av lærvøddunum kann nýtast í endurvenjingini av fólki vid slitgikt í knænum.

Ph.d. ritgerðin fevnir um tríggjar greinar, og væntandi koma eini 3-4 greinar afturat frá hesi verkætlan komandi mánaðirnar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder