
Heimasíðan hjá Runavíkar kommunu skrivar, at Pætur Dam Jacobsen er settur í starv sum húsavørður á ítróttarøkinum á Skála.
Havnarmaðurin hevur leingi búð á Skála og er serliga kendur í ítróttarumhvørvinum. Fyrstu ferð Pætur spældi við besta fótbóltsliðnum á Skála var í 2005, og hartarbeiðandi miðvallarin hevur nú heili ellivu kappingarár á Skála - ímillum hevur Pætur eisini verið í EB/Streymi og vunnið eitt FM, umframt tvær steypakappingar.
Samanlagt hevur 38 ára gamli Pætur Dam Jacobsen spælt yvir 420 dystir á hægsta støði, umframt fjúrtan evropeiskar dystir og tríggjar landsdystir.
Pætur skal nú royna at verða við at spæla Skála aftur upp í Betrideildina, samstundis sum hann skal takað sær av ítróttarøkinum. Hann er útbúgvin timburmaður frá H.H. Byggivirki, har hann eisini hevur starvast síðani lærutíðina. Hesa tíðina hevur hann millum annað fingist við nýbygging, umvælingar og viðlíkahald. Pætur er eisini partur av Skálafjarðar sløkkiliði
Pætur Dam Jacobsen tekur við starvinum í næstum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald