- Ja, tað sæst frá stovuni. Ein long sprunga, sigur Pætur Wraae úr Havn, um eldgosið í Íslandi í kvøld.
Pætur Wraae og unnustan Halla Askersdóttir úr Kollafirði búgva í Garðabær, nærhendis Keflavík, sum liggur norðanfyri Grindavík.
Um 22 tíðina hugdi hann út, og har var alt upplýst av stóra eldgosinum, sum í kvøld fór at goysa á Reykjanesi.
Les eisini: Nú goysir norðanfyri Grindavík
Íslendskir miðlar skriva, at eldgosið sær út til at vera størri enn undanfarna eldgos, sum var á Reykjanesi.
Eldgosini, sum hava verið seinastu árini, hava ikki ávirkað flogferðsluna í Keflavík nakað serligt, og enn er ikki vist, hvørja ávirkan hetta fer at hava.
Pætur Wraae er flogskipari hjá íslendska flogfelagnum Play.
Pætur Wraae
Úr Keflavík (Mynd: Mortan Fjørðoy)
Úr Keflavík (Mynd: Mortan Fjørðoy)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald