2023-03-06 08:11
Í morgun vórðu níggju løgreglufólk dripin í einari sjálvmorðsatsókn í pakistanska býnum Sibbi.
Ein bumba brast, tá ein persónur á motorsúkklu rendi á ein løgreglubil, sigur talsfólk hjá løgregluni sambært Reuters.
Í minsta lagið sjey onnur løgreglufólk vórðu særd í álopinum.
Seinastu tíðina hava fleiri álop verið á løgreglufólk í Pakistan. Enn hevur eingin felagsskapur tikið ábyrgdina fyri nýggjasta álopið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald