Uttanlands

Pakistan: Sjálvmorðsatsókn kravt 40 mannalív

Í minsta lagi 130 vórðu særd, og hjá fleiri er støðan hættislig

Bjargingarfólk á staðnum (Mynd: Reuters)

Bjargingarfólk á staðnum (Mynd: Reuters)

2023-07-30 19:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein sjálvmorðsatsókn hevur í dag kravt í minsta lagi 40 mannalív í Pakistan.

Atsóknin varð framt í Khyber Pakhtunkhwa-lanslutinum, sum liggur á markinum til Afganistan. Hetta hendi, meðan yvir 400 fólk vórðu savnað til politiskan fund hjá islamiska flokkinum Jamiat Ulema-e-Islam-Fazl (JUI-F).

Í minsta lagi 130 fólk vórðu særd, og hjá 17 teirra er støðan hættislig, upplýsir heilsumálaráðharrin í landslutinum, Riaz Anwar sambært tíðindastovunum Ritzau og Reuters.

Økisformaðurin hjá JUI-F, Maulana Ziaullah var millum teirra, ið lat lív.

Eingin hevur tikið ábyrgdina fyri álopið, men ein lokal deild hjá IS framdi herfyri eitt álop á JUI-F. Talið á álopum í Pakistan, serliga móti løgregluni, er økt, síðan Taliban tók valdið aftur í Afganistan í august 2021.

Væntandi verður val í Pakistan í heyst, og eru politisku flokkarnir við at fyrireika seg til valstríðið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder