Støðan er spent millum India og Pakistan í Kashmir-landslutinum. Í dag hevur Pakistan skotið tvey flogfør niður, sum vóru komin inn í pakistanskt loftrúm. Tað upplýsir pakistanski herurin sambært AFP tíðindastovuni.
Ein talsmaður fyri pakistansku verjuna skrivar á Twitter, at annað flogfarið datt niður í pakistanska partinum av Kashmir, meðan hitt datt niður indisku megin markið. Pakistanskir hermenn hava handtikið ein indiskan flogskipara, leggur talsmaðurin afturat.
Tilburðurin fór fram fáa dagar eftir, at tíðindi bórust um, at pakistansk flogfør høvdu verið inni í indiskum loftrúmi í Kashmir-økinum.
Pakistansku flogførini vórðu noydd at venda við, skrivar AFP.
India framdi eitt loftálop móti herdeildum í Pakistan í gjár. Sambært sjónvarpsstøðini News 18, var málið ein vápnaður bólkur, sum er undir illgruna fyri at hava dripið 40 indisk herfólk í seinastuni.
India og Pakistan hava ræði á hvør sínum parti av Kashmir. Men bæði londini siga seg hava rættin til alt økið, og hava verið í stríð um hetta í longri tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald