Seinnapartin í dag varð boðað frá, at skotið varð inni í einum gistingarhúsi í pakistanska býnum Gwadar.
Gistingarhúsið Pearl Continental Hotel Gwadar varð, sambært DR, hertikið av yvirgangsmonnum, og eisini verður boðað frá, at menninir og løgreglan hava skotið eftir hvør øðrum.
Eitt trygdarstarvsfólk á gistingarhúsinum hevur latið lív.
Hetta gistingarhúsið verður serliga brúkt av handilsfólkum og útlendskum ferðafólkum. Tað er ógreitt akkurát hvussu nógv vóru stødd í húsinum, tá menninir byrjaðu at skjóta.
Sambært innlendismálaráðharranum, er meginpartuin av gestunum fluttur úr gistingarhúsinum.
Býurin Gwadar er í Baluchistan-landspartinum, har fleiri yvrigangsálop hava verið seinastu árini. Eitt nú vórðu 14 fólk dripin í einum bussi ávgeis til Gwadar í apríl.
Fleiri hernaðarbólkar eru í hesum landspartinum, eitt nú pakistanska deildin hjá Taliban.
Sambært Reuters hevur hernaðarbólkurin "The Balochistan Beration Army" tikið ábyrgdina fyri álopið. Hesin uppreistrarbólkurin stríðist fyri at gera Baluchistan sjjálvstøðugt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald