Uttanlands

Pakistan: Vænta friðaravtalu innan 24 tímar

Forsætisráðharrin í Pakistan, sum hevur virkað sum meklari í samráðingunum millum USA og Iran sigur, at ein avtala kann verða undirskrivað innan 24 tímar

Iranski høvuðsstaðurin Teheran (Mynd: Atta Kenare/AFP/Ritzau Scanpix)

Iranski høvuðsstaðurin Teheran (Mynd: Atta Kenare/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-06-13 15:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

USA og Iran samráðast framvegis um eina friðaravtalu, og væntandi kann ein avtala verða undirskrivað innan 24 tímar, skrivar pakistanski forsætisráðharrin, Shehbaz Sharif á sosiala miðlinum X.

Pakistan hevur virkað sum meklari millum USA og Iran, og sambært forsætisráðharranum í Pakistan eru partarnir tættari einari avtalu enn nakrantíð fyrr, og kann "søguliga" avtalan hava við sær varandi frið.

Úr USA verður eisini boðað frá, at ein avtala kann koma í lag hetta vikuskiftið.

– Vit fáa at síggja, kanska longu hetta vikuskiftið ella mánadagin, sigur amerikanski fíggjarmálaráðharrin, Scott Bessent sambært Berlingske.

Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at boðað verður frá, at USA og Iran nærkast einari avtalu.

Keldur siga við CNN, at avtalan m.a. inniheldur ásetingar um, at Hormuzsundið skal lata uppaftur, avtøka av iransku kjarnorkuætlanini, og at Iran sleppur undan "stórum parti av búskaparliga trýstinum, sum landið í nógv ár hevur verið undir" treytað av, at Iran yvirheldur hinar ásetingarnar í avtaluni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder