Innanlands

Pakkar til útlendsk sjófólk

Faroe Agency fer aftur í ár at bera útlendskum sjófólkum, sum koma í føroyska havn, jólapakkar

2021-12-13 16:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eins og undanfarin ár, fer Faroe Agency at lata jólapakkar umborð á útlendsk skip, ið koma í føroyska havn. 

Komandi tíðina koma fleiri skip í havn við sjófólki, ið eru langt heimanífrá. Eitt nú russar, grønlendarar og onnur. Tí hevði verið gott, um fólk høvdu hug at lata hesum sjófólki pakkar.

Fyri sjófólk, ið eru langt heimanífrá, er hetta við til at geva teimum jólagleði. Tí verður heitt á eitt nú sjómannskvinnuringar og onnur um at hjálpa til, soleiðis at øll sjófólk kunnu fáa ein pakka. 

Pakkar kunnu latast á skrivstovuni hjá Faroe Agency, Yviri við Strond 23.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder