Palistinensar ætla at kvetta alt samband við bæði USA og Ísrael. Tað sigur palestinski sjálvstýrisforsetin, Mahmoud Abbas, sambært AFP-tíðindastovuni.
Útsøgnin kemur í samband við ein skundfund í arabisku samgonguni, ið er innkallaður eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, fyrr í vikuni kunngjørdi sína friðarætlan fyri Miðeystur.
- Ætlanin er í stríð við avtalurnar frá Oslo í 1993, tá Israel og palestinar samdust um eitt palestinskt sjálvstýri, sigur Abbas.
Ísrael má ”bera ábyrgdina sum hersetingarvald” í teimum palestinsku økjunum, segði Abbas á skundfundinum, sum hann hevði kallað inn til.
Hann bað arabisku londini um at standa saman og taka frástøðu frá uppskotinum hjá Trump, sigur al-Jazeera sjónvarpsstøðin.
Seinnapartin upplýsti arabiska samgongan, ið er 22 lond í Afrika og Miðeystri, at tey vísa ætlanini hjá Trump aftur. Samgongan vil ikki samstarva við USA um at føra ætlanina út í lívið.
Trump kallaði ætlanina fyri ”aldarinnar avtala”, tá hon varð løgd fram í Washington týsdagin.
Avtalan er gjørd saman við Ísrael, meðan palestinar ikki eru hoyrdir, sigur palestinski samráðingarleiðarin, Saeb Erekat, sambært Ritzau.
Sambært ætlanini kann Ísrael hertaka stór øki á vestara Áarbakka, sum í dag eru palestinsk øki, herundir tær búsetingar, sum verða mettar sum ólógligar av størsta partinum av heimssamfelagnum.
Palestinska sjálvstýrið hevur longu slitið sambandið við umsitingina hjá Trump. Tað hendi eftir at USA góðkendi Jerusalem sum høvuðsstað Ísraels.
- Trump bað um at tosa við meg í telefon, men eg segði nei, og hann segði, at hann vildi senda mær eitt bræv, men eg sýtti fyri at taka ímóti tí, segði Abbas sambært al-Jazeera á fundinum í arabisku samgonguni, sum varð hildin á høvuðsskrivstovuni í Kairo.
Stórar mótmælisgongur hava verið móti ætlanini hjá Trump í Gaza og Vestara Áarbakka seinastu dagarnar.
Í Ísrael hava politikarar annars tikið væl ímóti amerikansku ætlanini. Forsætisráðharrin í Ísrael, Benamin Netanyahu, kallaði tað fyri ein ”søguligan dag” og takkaði Trump fyri, tá ætlanin varð løgd fram týsdagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald