Innanlands

Páll á Reynatúgvu gevst í politikki

- Tað hevur verið stórur heiður at virka sum politikari í føroyska fólkaræðinum, sigur Páll á Reynatúgvu, sum ikki varð afturvaldur í gjár

Páll á Reynatúgvu (Mynd: Jens Kr. Vang)

Páll á Reynatúgvu (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-09-01 10:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Páll á Reynatúgvu, ið seinastu fýra árini hevur verið løgtingsformaður, var ein teirra, ið ikki varð afturvaldur í gjár, og í morgun boðaði hann frá, at hann nú gevst í politikki.

Á Facebook-síðu sínari skrivar hann m.a. soleiðis:

- Tað hevur verið stórur heiður at virka sum politikari í føroyska fólkaræðinum. Eg eri sera takksamur um teir møguleikar eg fekk at tæna føroysku tjóðini. Samstundis sum eg ynski nýggja Løgtinginum hjartaliga tillukku við valinum, og blíðan byr í arbeiðinum skal eg boða frá at eg gevist í politikki.

- Ferðin er at enda komin, nú Sandoyggin á fyrsta sinni ikki fekk nakað umboð valt í Løgtingið. Tøkk góðu vinir, familja og Sandoyar Tjóðveldisfelag, fyri allan stuðul á leiðini.Við sannføring um at eg havi roynt mítt besta, at tæna bygd, oyggj og landi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder