
Í gjár varð kunngjørt, at løgtingskvinnan Kristina Háfoss tekur við starvinum sum stjóri fyri Norðurlandaráðnum 1. februar komandi ár.
Harvið fer hon í farloyvi úr tinginum, og ein annar persónur skal harvið inn. Páll á Reynatúgvu, ið var løgtingsformaður seinasta valskeið, er næstur á listanum hjá Tjóðveldi.
Páll á Reynatúgvu sigur við Kringvarpið, at hann fer at hugsa seg um í nakrar dagar, um hann skal fara aftur í løgtingið.
Á valinum í fjør fekk Páll á Reynatúgvu 252 atkvøður. Næstur honum er Ingolf S. Olsen við 248 atkvøðum. Um Páll ikki tekur við sessinum er tað harvið upp til Ingolf, um hann tekur sæti ella ikki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald