Mentan

Páll Finnur Páll á OY Voxbotn 2026

Væl umtókti pállurin verður aftur at hoyra á Voxbotn komandi summar - 27. juni

Páll Finnur Páll á Voxbotn 2023 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Páll Finnur Páll á Voxbotn 2023 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-11-21 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað verður gott lag í Vágsbotni, tá Páll Finnur Páll stillar seg á pallin leygardagin 27. juni 2026. Bólkurin hevur fleiri enn 20 ár á baki, og løgini hava fest seg sum fastar slagarar í Føroyum. Hetta er bólkurin, sum vanliga fær veitsluna at kóka.

Tað er ikki av tilvild, at Páll Finnur Páll eru fastur táttur í óteljandi veitslum: skemtiligir tekstir og fangandi niðurløg, har vit øll syngja við. Vit tosa um “Eg fari mín egna veg”, “Herbergið”, “Forelskaður sjónleikari” og fleiri onnur løg, sum hvør í sínum lagi kunnu fáa eitt vanligt leygarkvøld, at kennast sum ólavsøkukvøld.

Á palli er uppskriftin einføld: lív, látur og løg, sum sita fast. Bólkurin er kendur fyri at fáa fjøldina at kóka, og vit vænta, at Vágsbotnur verður til eitt stórt kór – við ørmum í loft og góðum lagi – tá teir trína á pallin 27. juni 2026.

Atgongumerki kunnu keuypast í SMS, Magn við Ringvegin, Magn í Klaksvík og á ebillett.fo.

Prísurin hækkar mánadagin 24. november á midnátt!

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder