Mentan

Páll Finnur Páll á Summar Festivalin

Bólkurin við teimum fangandi og forherðaðu sangunum verður við at hoyra í Klaksvík í august

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-07-23 11:57 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Bólkurin við teimum fangandi og forherðaðu sangunum verður við á landsins størsta tónleikatiltaki.

Síðani aldarsskiftið hevur Páll Finnur Páll verið millum mest markantu bólkar í føroyskum tónleiki. Teir eru bæði argandi og fevnandi. Prikandi og skemtandi. Og fram um alt teljast teir millum veruligu hittbólkarnar í nýggjari tíð.

Páll Finnur Páll tók síni fyrstu fet um aldarsskiftið, og síðani 2003 hava teir givið tónleik út. Ikki minst tríboksin frá 2009 gav bólkinum veruliga hetjustøðu á føroyska tónleikapallinum.

Sangirnar hjá bólkinum munnu mong kenna rættiliga væl. Sangir sum "Forelskaður sjónleikari", "Herbergið", "Eg fari mín egna veg", "Grannin", "Mín russiski vinur" og fleiri. Páll Finnur Páll hevur eisini givið væl umtóktar sangir út seinnu árini.

Hesar sangir fer Páll Finnur Páll ivaleyst at tríva í, tá ið teir spæla á Summar Festivalinum, ið verður hildin dagarnar 4. til 6. august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder