Mentan

Páll Finnur Páll og Danny & The Veetos á SF

Enn tvey føroysk nøvn komin á skránna fyri festivalin í Klaksvík

Danny & The Veetos (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Danny & The Veetos (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-06-13 16:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tvey føroysk nøvn afturat eru nú komin á skránna fyri Summarfestivalin, sum verður í Klaksvík 7. til 9. august.

Talan er um hittbólkar, sum báðir fleiri ferðir fyrr hava spælt á festivalinum, nevniliga Páll Finnur Páll og Danny & The Veetos.

Við útlendsku høvuðsnøvnunum Nico & Vinz, Rasmus Seebach, Chris Norman og Killer Queen, má sigast, at Summarfestivalskráin (enn) liggur nakað aftanfyri undanfarnar festivalar tá tað kemur at draga stór altjóða nøvn til sín.

[object Object]
Páll Finnur Páll

Um hittbólkarnar, sum í dag verða kunngjørdir, skrivar festivalurin í tíðindaskrivi:

Páll Finnur Páll hevur síðani aldarsskiftið verið millum mest markantu bólkarnar í føroyskum tónleiki. Teir eru bæði argandi og fevnandi. Prikandi og skemtandi. Og fram um alt teljast teir millum veruligu hittbólkarnar í nýggjari tíð. Páll Finnur Páll tók síni fyrstu fet um aldarsskiftið, og síðani 2003 hava teir givið tónleik út. Ikki minst tríboksin frá 2009 gav bólkinum veruliga hetjustøðu á føroyska tónleikapallinum. Sangirnar hjá bólkinum munnu mong kenna rættiliga væl. Sangir sum »Forelskaður sjónleikari«, »Herbergið«, »Eg fari mín egna veg«, »Grannin«,  »Mín russiski vinur« og fleiri. Og eingin er sum Páll Finnur Páll, tá ið teir spæla hesar sangir live. 

Danny & The Veetos spæla fólksligan popptónleik, sum hevur slóðir bæði til fólkatónleik og framrættaðan popp. Danny & The Veetos komu sum eitt frískligt lot yvir føroyska tónleikapallin í 2013, og síðani hava teir innspælt, útgivið og framført við nógvari orku. Danny & The Veetos hava vunnið hjørtu við sangum sum »Sunnukvøld í mai«, »Alright«, »Farvæl« og »Stúr ei meir«. Bólkurin hevur eisini nýggjari sangir í viðførinum, og nú eru teir aftur til reiðar at spæla á landsins størsta tónleikatiltaki.

Nøvnini, sum higartil eru kunngjørd til Summarfestivalin í ár eru: Nico & Vinz (NO), Rasmus Seebach (DK), Chris Norman (UK), Killer Queen (UK), Moirae, Swangah, Hamradun, Páll Finnur Páll, Danny & The Veetos, Elona Planman (SV), Hans Andrias, Lea Kampmann, Samsint, Dynamit Perlur, Marius Ziska, Magni Christiansen, Blátt Gras og Grandma’s Basement.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder