Fyrr í summar fóru teir seks limirinir í Páll Finnur Páll í summarhús á Sandi fyri at upptaka tvey nýggj løg. Fyrra lagið, ”Nær kemur tú heim”, var klárt fyri tveimum vikum síðani.
Í dag er seinna lagið liðugt og klárt at útgeva. Tað eitur ”Býurin Svevur” og verður í næstum lagt út á stroymingartænasturnar. Tað liggur tó longu á youtube og kann hoyrast her:
Eisini hesaferð hava Páll Finnur Páll heitt á talentfullu Daniu O. Tausen at hjálpa við síni rødd. Theodor Kapnas hevur miksað. Páll Oddur Rubeksen hevur gjørt nýggja sangin, og syngur eisini fyri. Hinir limirnir í Páll Finnur Páll eru Finnur Koba, Páll G. Hammer, Høgni Fagraberg, Ísak Sambleben og Halgir W. Arge.
Páll Finnur Páll varð stovnaður í Hoydølum í 1999. Hesi 21 árini hevur bólkurin latið fimm útgávur og fimm stakløg úr hondum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald