Í kvøld verður skipað fyri pallborðskjaki í Reinsaríðnum í Havn, har spurningurin verður settur, hvønn leiklut mentan spælir í lokalum samleika og altjóða viðurskiftum.
Luttakarar í Pan-Arctic Vision finaluni vera við á kvøldinum. Pan-ArcticVision er stovnað við tí endamáli at skapa samband og felagsskap tvørtur um landamørk í Norðri og soleiðis styrkja mótstøðuførið og burðardygg lokalsamfeløg gjøgnum tónleik og list.
Tiltakið, sum byrjar klokkan 18 byrjar við, at stjórin og listamaðurin Amund Sjølie Sveen greiðir frá hugskotinum um, at savna tónleikarar úr øllum heiminum fyri at byggja ein felags norðurlendskan felagsskap tvørtur um landamørk og hvussu tað endaði í Føroyum.
Síðan fer Høgni Hoydal at deila sínar tankar um støðuna í Føroyum í dag og møguleikar fyri framtíðina.
Eftir tað verður kjak undir yvirskriftini “Sangur – samfelag – sjálvstøða”, har tónleikarar, listafólk og mentanarstarvsfólk úr Arktis deila sjónarmið og royndir.
Luttakarar í pallborðinum eru tónleikarar og aktørar innan mentan, sum eru knýtt at Pan-ArcticVision.
Kvøldið endar í Blábarr har ókeypis konsert verður við Dóttir úr Føroyum, Ivar Beddari úr norska Sámalandi og Niko Valkeapää & Miro Mantere finska Sámalandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald