Innanlands

Palli fer frá eftir 42-ára tænastu í Vestmanna skúla

Í hesum sambandi heiðrar kommuna og skúlin læraran í morgin, hósdagin 20. juni klokkan 15.30

- Gjøgnum yrkisleið sína hevur Palli havt ávirkan á nógv okkara, og hevur harvið sett síni spor í bygdarmentanina (Mynd: vestmanna.fo)

- Gjøgnum yrkisleið sína hevur Palli havt ávirkan á nógv okkara, og hevur harvið sett síni spor í bygdarmentanina (Mynd: vestmanna.fo)

2024-06-19 09:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Tað er við gleði og nakað av sorgblídni, at vit bjóða til fráfaringarhald fyri at heiðra Paula (Palla) Joensen, sum eftir 42 árum sum lærari í Vestmanna skúla, fer frá vegna aldur.

Hetta skrivar Vestmanna kommuna á heimasíðu sínari.

Nú hetta skúlaárið endar, takkar royndi lærarin fyri seg eftir drúgva tænastu í Vestmanna skúla.

Talan er um ein lærara og persón sum hevur havt ávirkan á nógv og eisini hevur harvið sett síni spor í bygdarmentanina, skrivar vestmanna.fo.

- Vit vóna, at tit koma at heiðra Palla fyri hansara drúgvu tænastu og íkast til okkara skúla og samfelag. Tað verður møguleiki fyri at deila minnir, siga takk og ynskja Palla alt tað besta í hesum næsta táttinum.

Fráfaringarhaldið verður í auluni í Vestmanna skúla hósdagin 20. juni kl 15:30.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder