Leingi hevur verið tosað um tørvin á einum breiðum fakfelag, sum megnar at fevna allar tær listarligu og handverksligu yrkistættirnar, sum hava við føroyska palllist at gera.
Fleiri nýggj palllistafólk við nýggjum spennandi útbúgvingum eru løgst afturat seinnu árini og hava latið upp fyri nýggjum møguleikum og nýggjum upplivingum innan føroyska palllist. Skal framførslu-umhvørvið fáa gagn av hesum nýggju fólkunum, krevst eitt palllistarligt fakfelag sum megnar at lofta teirra førleikum og menna teirra møguleikar.
Við hesum endamálið hevði Palllistafelag Føroya stovnandi aðalfund 29. september 2020, har vit skipaðu okkum í eitt demokratiskt og fakliga sterkt felag sum skal arbeiða fyri:
- At røkja listarligu, starvsligu og upphavsrættarligu áhugamálini hjá limunum.
- At veita limunum hjálp, ráðgeving og stuðul í rættindum teirra.
- At umboða limir okkara í felagskapum og nevndum og í sáttmála- og fíggjarsamráðingum við arbeiðsgevarar av øllum slag.
- At menna palllistafakligu møguleikarnar og førleikarnar hjá limunum við tvørfakligum samskifti og samstarvi.
- At arbeiða yvirskipað og langsiktað fyri at styrkja støðuna hjá palllistini í samfelagnum sum heild.
Palllistafelagið hevur fyribils 38 limir, sum tilsamans hava eina fakliga sterka og breiða umboðan av føroyskum yrkispalllistafólki og leikhússtarvsfólki annars, av øllum handa slag. Í felagnum eru eitt nú koreografar, dansarar, operasangarar, musicalsangarar, dramaturgar, sjónleikarar, leikstjórar, ljóssniðgevar, búnasniðgevar, pallsniðgevar, pallsmiðir, tøkningar og onnur leikhússtarvsfólk.
Saman vilja vit virka fyri betri fakligari breidd og størri listarligari dygd innan føroyskari palllist.
Við at fagna fjølbroytninum í okkara yrkisliga umhvørvi, kunnu vit saman mynda og menna palllistina í framtíðini; Til gagns fyri føroyska áskoðaran.
Í nevndin Palllistafelagsins sita Annfinnur Heinesen, leikstjóri, Birita Adela Davidsen, operasangari, Edith Dahl Jakobsen, musicalsangari, Jón Thorsteinsson, dramaturgur og rithøvundur, Kristina Sundar Hansen, sjónleikari, Laura Joensen, sjónleikari, og Rúna Volmarsdóttir Højgaard, koreografur og dansari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald