Mentan

Páls Høll letur uppaftur í dag

Svimjihøllin í Vági letur upp seinnapartin kl. 15 – Vælverudepilin, uttandura-hitapottarnir og barnahylurin eru tó framvegis stongdir

Savnsmynd (Svimjing.com)

Savnsmynd (Svimjing.com)

2020-08-21 11:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

6. august lat Páls Høll í Vági aftur orsakað av tekniskum arbeiði og støðuni við korona. Seinnapartin letur svimjihøllin uppaftur.

Orsakað av koronastøðuni er vælverudepilin og uttandura-hitapottarnir tó framvegis stongdir.

Orsakað av tekniskum trupulleikum við vatngóðsku-stýringini í barnahylinum er barnahylurin eisini stongdur fyribils. Arbeitt verður við at loysa trupulleikan og verður lýst nærri, tá komið er á mál við hesum, skrivar Vágs kommuna.

Upplatingartíðir frá í dag, 21. august

Mánadag
Kl. 8.30 – 9.15
Kl. 16.00 – 18.15

Týsdag
Stongt

Mikusdag
Kl. 16.00 – 18.15

Hósdag
Kl. 8.30 – 9.15
Kl. 18.00 – 21.45

Fríggjadag
Kl. 15.00 – 19.15

Leygardag
Kl. 12.00 – 18.00

Sunnudag
Kl. 08.30 – 10.15
Kl. 14.00 – 17.00

Páls Høll letur aftur 45 minuttir eftir omanfyrinevndu tíðir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder