2019-04-15 10:52
23 fólk vórðu síðani í gjár handtikin í Keypmannahavn, eftir at ófriður stóðst av at umstríddi floksstovnarin, Rasmus Paludan, skipaði fyri ófriði.
Nú hevur Rasmus Paludan boða danska TV2 frá, at hann fer at skipað fyri nýggjum mótmælistiltøkum í dag og í morgin.
Í dag fer hann at mótmæla í Havrens Kvarter í Albertslund kl. 17 danska tíð og í morgin á Blågårds Plads, har hann mótmælti í gjár, klokkan 13:30 danska tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald