Uttanlands

Paludan noktar fyri at hava brent Koranina

Hóast Danmarks Radio hevur sjónband, har Rasmus Paludan brennir Koranina, noktar hann fyri hesum

Mynd: Danmarks Radio

Mynd: Danmarks Radio

2019-05-17 14:06 Author image
Ari av Rana
placeholder

Rasmus Paludan hevur orð á sær at brenna Koranina, tá hann saman við øðrum persónum í Stram Kurs skipa fyri tiltøkum.

Men hesum noktar leiðarin í Stram Kurs nú fyri. Í fleiri samrøðum við sjónvarps- og útvarpsstøðum hevur Paludan sagt, at hann ongantíð hevur brent Koranina, men at hann stuðlar teimum sum gera hetta.

Nú hevur Danmarks Radio tó funnið sjónband, har Paludan sæst halda ein tendrara móti eini Koran, sum síðani eldur kemur í.

Paludan verjir seg við at tað ikki er hann sum setur eld á, men sambært donskum serfrøðingum í jura, er hetta ikki nokk til at hann kann pástanda, at hann ikki er við til at brenna Koranirnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder