Uttanlands

Paludan sleppur ikki á festival

Langelandsfestivalen noktar leiðaranum í Stram Kurs at fáa atgongd til øki, tí ótti er fyri trygdini hjá festivalgestunum

2019-07-24 12:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hetta er at pissa á øll tey 63.000 fólkini, ið settu teirra kross við Stram Kurs á fólkatingsvalinum.

Soleiðis sigur ein bersøgin Rasmus Paludan við TV2. Hann er ónøgdur, tí Langelandsfestivalurin hevur givið boð um, at umstríddi politikkarin ikki er vælkomin á økinum.

Festivalurin í Rundkøbing fer av álvara í gongd í dag, og komandi dagarnar fer ein rúgva av kendum donskum nøvnum at spæla. 37-ára gamli leiðarin í Stram Kurs hevði saman við Jon Bock og Martin Christensen, sum eru partur av ungdómsleiðsluni í flokkinum, keypt atgongumerki til festivalin, men eigarin Langelandsfestivalinum Allan K. Pedersen sigur, at valið at útihýsa Paludan er tikið av leiðsluni og við trygdini hjá gestunum sum endamálið:

- Hetta er tryggjast fyri okkara gestir á festivalinum. Og tað er tað, sum hetta snýr seg um.

Allan K. Pedersen vil ikki koma nærri inn á hetta. Rasmus Paludan vísur á, at hann og hinir limirnir í flokkinum ætla at koma á festival sum privatpersónar, og tí skilur hann ikki avgerðina. Paludan, ið mest er kendur fyri sín kritikk av islam og útlendingunum, sigur, at Langelandsfestivalurin ikki livir upp til sítt salgorð um, at øll eru vælkomin. Hann ætlar sær kortini at fara til Rundkøbing. 

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder